HM-dystir í fótbólti í USA møguliga fluttir

HM-dystir í fótbólti í USA møguliga fluttir
Amerikanski forsetin Donald Trump umhugsar at flyta HM-dystirnar í fótbólti við monnum úr býum, har demokratar hava valdið
 
15.10.2025 - 18:29

Ítøkiliga hóttir Donald Trump við at flyta HM-dystirnar í fótbólti í 2026, sum eftir ætlan skuldu verða í Boston. Tað skrivar íslendski miðilin Vísir.is. Sjey dystir í HM næsta ár skulu eftir ætlan spælast á Gillette leikvøllinum í Massachusetts, heimstaður hjá New England Patriots í NFL-deildini. Michelle Wu, sum hevur verið borgarstjóri í Boston síðani 2021, er demokratur.

Trump sigur, at hon er klók, men radikal vinstravend.

- Vit kundu tikið dystirnar frá tykkum. Eg elski fólkið í Boston og eg veit, at tað verður útselt til leikirnar, men borgarstjórin hjá tykkum er ikki góður, sigur amerikanski forsetin, sum áður hevur hótt við at flyta HM-dystir úr býum, har demokratar hava valdið.

Infantino upp í leikin
Eftir hóttanirnar hjá Trump, gjørdi altjóða fótbóltssamgongan FIFA bart og segði, at heimildin at flyta dystir á HM-stigi liggur bara í hondum hjá FIFA. Men Trump gavst ikki og segði, at hann fór at umrøða hetta við góða vin sín, FIFA-forsetan Gianni Infantino, og at hann fer at flyta dystirnar úr ótryggum býum.

- Um onkur ger eitt vánaligt arbeiði, og eg haldi, at trygdin er í vanda, so hevði eg ringt til Gianni, stóra forsetan í FIFA, og sagt við hann: ‘Latið okkum flyta dystirnar,’, og so høvdu teir gjørt tað, segði Trump, og legði afturat, at Infantino kanska ikki er fegin um at skula skifta vøllir, men hann hevði gjørt tað.

Fyrr í hesum mánaðinum vórðu fýra løgreglufólk særd í sambandi við mótmæli hjá palestinskum stuðlum í Boston Common.

HM næsta summar verður í Kanada, USA og Meksiko. Leikirnir verða spældir í 11 býum í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161