Góðar 900 milliónir fleiri goldnar í lønum seinasta árið

Góðar 900 milliónir fleiri goldnar í lønum seinasta árið
Serliga stórur vøkstur hevur verið í lønargjaldingum í botnfiskaveiðuni
Góðar 13,5 milliardir krónur eru goldnar í lønum seinasta árið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.10.2025 - 10:54

Góðar 13,5 milliardir krónur eru goldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar.

Tað eru 912 milliónir kr. fleiri enn undanfarnu 12 mánaðir, og vøksturin er 7,3 prosent, skrivar Hagstovan. 

Serliga stórur vøkstur hevur verið í lønargjaldingum í botnfiskaveiðuni.

Frá oktober í fjør til september í ár eru goldnar tilsamans 479 milliónir kr., sum eru 164 milliónir meira enn sama 12 mánaða skeið frammanundan. Vøksturin er 52 prosent.

Menn eiga 60 prosent av vøkstrinum í lønargjaldingunum seinasta árið. 

Størsti lønarvøksturin, góð 15 prosent, var í Sandoynni, og Suðursteymoy hevði minsta vøksturin, seks prosent. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815