EM-kappingin: Føroyar endaðu sum nummar 38 av 40 liðum

EM-kappingin: Føroyar endaðu sum nummar 38 av 40 liðum
Rógvi Egilstoft fekk bestu úrtøkuna. Hann vann fimm av níggju talvum
Her sæst føroyska manningin í dysti móti Litava í EM.
 
15.10.2025 - 08:30

Føroyar blivu nummar 38 av 40 liðum í EM-kappingini í talvi, sum var í Georgia. 

Føroyar vóru styrkismettir sum nummar 36. 

Bara Írland og Skotland vóru aftan fyri Føroyar.

Føroyar telvaðu 2-2 móti D-liðnum hjá Georgia í seinasta dystinum í gjár.

Rógvi Egilstoft vann sítt talv, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen A. Apol telvaðu javnt og Martin Poulsen tapti.

 

Rógvi bestu úrtøkuna

Rógvi Egilstoft fekk bestu úrtøkuna. Hann vann fimm av níggju talvum.

Høgni Egilstoft Nielsen fekk hálvt fjórða stig, Luitjen Akselsson Apol hálvt triðja og Martin Poulsen fekk hálvt annað stig av níggju møguligum.

Ukraina vann EM-kappingina. Aserbadsjan bleiv nummar tvey og Serbia nummar trý.

Danmark var nógv best av Norðurlondunum. Danmark bleiv nummar 12.

Ísland bleiv nummar 29, Svøríki 33 og Finnland nummar 35.

Noreg, sum er sterkasta norðurlendska talvtjóðin, var ikki við. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598