Brúk fyri 450 røktarstarvsfólkum um tíggju ár

Brúk fyri 450 røktarstarvsfólkum um tíggju ár
Búskaparráðið mælir landi og kommunum til at gera ætlanir um, hvussu arbeiðsútboðið á eldraøkinum kann vaksa
Gongdin seinastu árini hevur verið, at alsamt fleri røktarstarvsfólk ikki eru útbúgvin, sigur Búskaparráðið. (Savnsmynd)
 
15.10.2025 - 09:26

Brúk verður fyri 450 fleiri ársverkum til røktina á eldraøkinum um tíggju ár.

Og tá eru tey, sum fara frá fyri aldur, ikki tald við.

Tað sigur Búskaparráðið.

Tað heldur, at land og kommunur eiga at gera ætlanir um, hvussu arbeiðsútboðið á eldraøkinum kann vaksa.

Tað kann gerast bæði við at fáa starvsfólkini upp í tíð og seta fleiri starvsfólk. Og byggja størri røktarheim. 

 

950 ársverk í fjør

Í fjør vóru ársverkini 950. 75 ársverk vóru yvir pensjónsaldur. Næstu tíggju árini fara 230 ársverk at røkka pensjónsaldri.

150 ársverk komu aftrat í heimahjálpini frá 2016 til 2024.

Men talið av heilsurøktarum, heilsuhjálparum og sjúkrarøktarfrøðingum hevur nærum staðið í stað. Heimahjálpararnir eru ikki útbúnir í røkt.

Tí hevur gongdin seinastu árini verið, at alsamt fleri røktarstarvsfólk ikki eru útbúgvin, sigur Búskaparráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481