Avhoyra nú fólk í málinum um hekkuportrið á Galaxy

Avhoyra nú fólk í málinum um hekkuportrið á Galaxy
Fútin vil ikki siga, hvussu nógv verða avhoyrd, men málið verður raðfest, sigur hann
Málið um hekkuportrið á Galaxy er meldað til løgregluna, sum er farin undir fystu avhoyringarnar.
 
15.10.2025 - 10:25

Herfyri meldaði Sjóvinnustýrið málið um opna hekkuportrið á Galaxy til løgregluna. 

Tað hendi eftir, at fleiri vitni trinu fram alment og váttaðu, at hekkuportrið var á gloppi 1. september í ár, hóast Strandferðslan hevði víst hesum aftur.

Michael Boolsen, fúti, váttar, at tær fyrstu innleiðandi avhoyringarnar eru gjørdar, men hann vil einki siga um, hvussu nógv eru avhoyrd, ella hvussu nógva kunnu vænta at verða avhoyrd.

 

Tíðarkrevjandi

Hann sigur, at málið er av tekniskum slag, og tað ger viðgerðina rættiliga tíðarkrevjandi. Tað hevur við sær, at Sjóvinnustýrið eisini má inn í myndina.

Fútin vil ikki siga um tíðarkarmin, men at málið verður raðfest.

Smyril er farin í sigling aftur á suðuroyarleiðini, men Galaxy er ikki farin av landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682