Stjórnarkreppa í Fraklandi

Stjórnarkreppa í Fraklandi
Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin úr 62 upp í 64 ár hevur elvt til stórar mótmælisgongur í Fraklandi
Sébastien Lecornu er forsætisráðharri í Fraklandi
Mynd: Thomas Samson/AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.10.2025 - 18:53

Pensjónsnýskipanin, sum hevur elvt til stjórnarkreppu í Fraklandi, kann útsetast til eftir forsetavalið í 2027.

Tað sigur Sébastien Lecornu, forsætisráðharri.

- Eg fari í heyst at skjóta upp fyri tjóðartinginum, at vit útseta pensjónsnýskipanina frá 2023 til forsetavalið. Pensjónaldurin hækkar ikki fyrr enn í januar 2028, segði Lecornu við tjóðartingið, tá hann í dag legði fram fíggjarlógarskotið hjá sær.

Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin úr 62 upp í 64 ár hevur elvt til stórar mótmælisgongur í Fraklandi. 

Fleiri ráðharrar hava lagt frá sær orsakað av ósemjuni um uppskotið.

Lecornu var útnevndur til forsætisráðharra 9. september, legði frá sær 6. oktober og var tilnevndur forsætisráðharri aftur 10. oktober. 

Hann er fimti forsætisráðharri í Fraklandi í tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481