Breddin: Føroyskur limaskapur í WTO

Breddin: Føroyskur limaskapur í WTO
Hvat merkir úrskurðurin hjá grein 6-nevndini, og hvussu ber tað til, at niðurstøðan er øðrvísi enn tann hjá løgmálaráðnum og forsætisráðnum, verður spurt í sendingini
Nú er líkt til, at Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, WTO.
 
14.10.2025 - 09:25

Tann 10. september kom sonevnda grein 6-nevndin til ta niðurstøðu, at Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugir limir í heimshandilsfelagsskapinum, WTO.

Grein 6-nevndin kann sambært heimastýrislógini taka avgerðir í ósemjum um viðurskifti í ríkisfelagsskapinum, og hetta er fyrstu ferð at henda nevndin er sett at viðgera  eitt trætumál millum danskar og føroyskar myndugleikar. 

Men hvat merkir úrskurðurin hjá nevndini, og hvussu ber tað til, at nevndin kemur til aðra niðurstøðu enn danska løgmálaráðið og forsætisráðið hevur sagt í mong ár?

Tað er evnið í Breddanum í dag.

Seinni í sendingini koma umboð fyri politisku flokkarnar í útvarpstovuna at skifta orð um, hvønn týdning tað hevur fyri sonevndu loysingarætlanirnar hjá løgmanni.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095