- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðurfastir í Miðvágsurð
Veðurfastir í Miðvágsurð
Tá lýsnar, verður avgjørt, um tyrla ella bátur verður sendur eftir teimum fimm monnunum, sigur politiið

13.10.2025 - 08:14
Nakrir fjallmenn eru veðurfastir í Miðvágsurð millum Slættanes og Víkar.
Teir vóru eftir seyði í gjárkvøldið.
Men tá teir skuldu fara haðani, var veðrið versnað so nógv, at teir sluppu ikki í bátin.
Seyðurin slapp tó í bátin, og ein maður, sum var í bátinum, fór við honum.
Veðrið var so ófantaligt, at tyrlan ikki fekk tikið menninar.
Men teir fingu mat og klæði og sendara frá Rescue Sverra í gjárkvøldið.
Telefonsambandið er vánaligt har á staðnum, sigur politiið.
Tá lýsnar, verður avgjørt, um tyrla ella bátur verða send eftir teimum fimm monnunum, sigur politiið.
Har er so bratt, at ikki er gangandi upp á slætt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























