Smyril afturkomin - fer í sigling í morgin

Smyril afturkomin - fer í sigling í morgin
Skipið hevur verið klassingar í Danmark, men nógv onnur arbeiði eru eisini gjørd
Smyril kom á Krambatanga seinnapartin, og hann fer aftur í sigling í morgin ári.
Mynd: Martin S. Eidesgaard á Facebook  
 
13.10.2025 - 15:51

Smyril er komin aftur til landið, og liggur nú á Krambatanga.

Hann fer aftur í sigling í morgin.

Fyrsti túrur av Krambatanga til Havnar verður framskundaður til klokkan seks. Síðani verður siglt eftir ferðaætlanini, sigur Strandferðslan. 

Smyril hevur verið í Danmark til 20 ára klassing, men nógv onnur arbeiði eru eisini gjørd.

Bygt er upp i afturskipið, og Smyril hevur fingið tríggjar nýggjar hjálpimotorar, sum hava meira enn tvílfalt so stóran mátt sum teir gomlu. Skipið hevur eisini fingið tvær síðuskrúvur aftan. 

120 milliónir kr. vóru játtaðar til verkætlanina, og tá er leigan av Galaxy íroknað.

Smyril skal aftur í dokk í 2028, og tá verður játtanartørvurin tann sami sum hesa ferð, sigur Strandferðslan. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162