Semja um at kommunur fáa ábyrgd av øllum demensøkinum

Semja um at kommunur fáa ábyrgd av øllum demensøkinum
Broytingin hevur við sær, at kommunurnar eisini skulu veita borgarum undir fólkapensjónsaldur tilboð
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, og Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.
 
13.10.2025 - 14:57

Semja er millum landið og kommunurnar um at flyta ábyrgdina av demensøkinum til kommunurnar, soleiðis at tryggjað verður, at borgarar ikki detta niður ímillum skipanir. 

Í dag hava landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu og formaðurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen, havt fund um málið um at savna demensøkið hjá kommununum.

Sambært lógaruppskotinum skulu kommunur frameftir eisini veita borgarum undir fólkapensjónsaldur, sum hava demenssjúku, tilboð.

 

Natúrlig loysn

Mett verður, at hetta er ein góð og natúrlig loysn, sum tryggjar, at ábyrgdin verður greitt skipað og liggur hjá einum geira.

Flestu kommunurnar hava væl útbygd tilboð til fólkapensjónistar við demens, bæði búpláss og dagtilboð. Við broytingini slepst undan, at borgarar og avvarðandi teirra mugu venda sær til fleiri almennar myndugleikar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815