Vágskálin: Keypsamtøkan undir luppin

Vágskálin: Keypsamtøkan undir luppin
Í ár er Føroya Keypssamtøka 60 ár, og í tí sambandi varð 30. apríl løgd fram nýggj bók um søguna hjá fyritøkuni, ”Hvør at tæna øðrum”, sum Jóan Pauli Joensen hevur skrivað
 
12.10.2025 - 09:00

Mikudagin 15. oktober kl. 16.05 fara Helgi Jacobsen og Erland Viberg Joensen at ummæla bókina í Vágskálini í útvarpinum.

Keypssamtøkutankin er gamal tanki.

Hann varð íbirtur í 1844, tá 28 fátækir vevarar og spinnarar í bygdini Rochdale í Onglandi stovnaðu fyrstu keypssamtøkuna.

Hugsanin var, at húsarhald skuldu taka seg saman at keypa inn húsarhaldsvørur, sum skuldu seljast limunum bíliga fyri pening. Alt, sum keypt varð, skuldi gjaldast kontant.

 

Komu seint til Føroya

Keypssamtøkur komu tíðliga í Danmark og Íslandi, longu í 1800-talinum, men tær komu seint í Føroyum.

Eftir at fríhandilin var komin í 1856, skaptu vinnulívsmenn stór handils- og reiðaravirkir ymsastaðni í Føroyum.

Hesir menninir vóru bæði handilsmenn og arbeiðsgevarar, og fólk gjørdust tí heft at teimum, m.a. tí tey keyptu fyri sína løn í handlunum, ofta upp á borg.

 

Fyrsta royndin datt niðurfyri

Hetta trúskaparsambandið varð varðveitt heilt fram til stóra skrædlið í 1929, tá fleiri virkir fóru á húsagang.

Eftir tað gjørdist vanligari at fáa útgoldið lønina í pengum, og tað gav fólki størri frælsi.

Júst í teimum ringu tíðunum í 1930’unum varð fyrsta royndin gjørd at stovna eina keypssamtøku í Føroyum. Hon varð gjørd í Havn, men datt niðurfyri aftur.

 

Havnar Keypssamtøka

Tvær royndir vórðu so gjørdar aftur í 1952, ein á Tvøroyri og ein í Havn.

Tann á Tvøroyri datt niðurfyri, men í Havn eydnaðist ta ferðina at stovna Havnar Keypssamtøku.

Í 1960 tóku klaksvíkingar stig til at stovna keypssamtøku, og í 1961 gjørdu fuglfirðingar tað sama.

 

FDB upp í leikin í 1964

Tá ávísir rakstrartrupulleikar vístu seg í 1964, og danska FDB kom upp í leikin, varð mælt til, at allar tríggjar keypssamtøkurnar løgdu saman.

Jóan Pauli Joensen lýsir gongdina upp at okkara døgum á ikki færri enn 370 síðum í ”Hvør at tæna øðrum”.

Í Vágskálini mikudagin 15. oktober kl. 16.05 fara Helgi Jacobsen og Erland Viberg Joensen at siga sína hugsan um, hvussu hetta eydnast.

 

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 16.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Evnið næstuferð: ”Hvør at tæna øðrum”, skrivað hevur Jóan Pauli Joensen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097

Meira um sama evni