Spotify ger íløgur í vápnaídnaðin

Spotify ger íløgur í vápnaídnaðin
Silvurdrongur hevur tikið sín tónleik av Spotify, síðani svenska fyritøkan er farin at gera íløgur í vápnaídnaðin
 
12.10.2025 - 16:14

Eg vil ikki vera við til, at mín tónleikur er partur av milliardaíløgum í vápnaídnaðin. Tað sigur Trygvi Danielsen, eisini kendur sum tónleikarin Silvurdrongur.

Hann hevur tikið tónleik sín av Spotify eftir at sviin Daniel Ek, ið stovnaði Spotify, hevur gjørt íløgur í vitlíkisvápnafyritøkuna  "Helsing", sum framleiðir vitlíki dronur, vitlíki tól at uppdaga hóttanir undir vatni og ymisk onnur vápn, at brúka í elektróniskum kríggi.

Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur og ph.d lesandi í tónleiki á Fróðskaparsetri Føroya, greiðir frá um heimsins størsta tónleika-stroymi-pall, Spotify, og hvørjar aðrar pallar vit sum lurtarar kunnu velja í staðin.

Hoyr innslagið niðriundir: 

 

1769274

 

 



 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Leygardag 8. november
Vikan 8. november 2025
199650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506