- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elias misti oddasessin - Vilhelm sjey mál í Hannover-sigri

Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel taptu oddadystin og norðurtýsku grannauppgerðina fyri Flensburg-Handewitt í gjár.
Føroysku bakspælarin skoraði sjey mál og átti næstsíðstu hondina á øðrum seks, men eins og teir flestu hjá Kiel, misnýtti Elias Ellefsen á Skipagøtu eitt sindur ov ofta, og so fór Flensburg 26-34 sigri og oddasessinum í Bundesliguni.
Heimaliðið var omaná stóran part av dystinum. Kiel kom upp á tvey máls leiðslu fyri steðgin, men hon helt bert nakrar fáar minuttir inn í seinna hálvleik. Flensburg hevur nú 14 stig, meðan Kiel hevur 13.
Vilhelm skoraði sjey
Hannover-Burgdorf fekk tvey sera týðandi stig við 32-30 heimasigri á Eisenach. Vilhelm Poulsen spældi ein góðan dyst á bakkinum, og skoraði sjey ferðir upp á átta royndir.
Eftir hávlvánaliga byrjan hevur Hannover spælt seg upp á 11. plássið við seks stigum. Í næstum fer European League í gongd, so nógvir dystir vera at spæla hjá Vilhelmi Poulsen og teimum, áðrenn Golden League-venjingarkappingina um mánaðarskiftið.
Tá spæla Føroyar ímóti Hollandi, Norra og Danmark sum liður í upphitingini til EM-endaspælið í Oslo í januar.
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin spæla sín dyst í 8. umfari í dag á heimavølli ímóti uppflytarunum úr Minden. Vinna revarnir hann koma teir upp á 3. plássi.



























