Jana dagsins spælari í sigri á Mariu

Jana dagsins spælari í sigri á Mariu
Jana Mittún varð dagsins spælari við sjey málum og fleiri uppleggum, tá Viborg vann á Mariu Pálsdóttir Nólsoy og teimum í HH Elite
Jana Mittún var omaná ímóti Mariu Pálsdóttir Nólsoy, tá Viborg vann á Horsens fríggjakvøldið
Mynd: Ernst Van Norde/Ritzau Scanpix  
 
11.10.2025 - 12:13

Jana Mittún skeyt sjey mál og legði upp til trý, tá Viborg HK vann 33-29 á Mariu Pálsdóttir Nólsoy og teimum í HH Elite fríggjakvøldið.

Jana Mittún var kosin at vera dagsins spælari á heimasíðuni hjá Viborg, meðan Maria Pálsdóttir Nólsoy eisini gjørdi vart við seg fyri Horsens við fýra málum upp á fimm royndir.

Viborg var frammanfyri allan dystin, og hóast Horsens nærkaðist viðhvørt, kom sigurin ongantíð veruliga í vanda. 

Í morgin møta tær báðar og restin av landsliðshópinum hjá Føroyum til venjing við Tjarnir, áðrenn leiðin gongur til Ísland, har fyrsti EM-undankappingardysturin hjá hondbóltskvinnunum er á skránni ímóti Íslandi.

Leygardagin spæla Føroyar á heimavølli ímóti Montenegro.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Leygardag 8. november
Vikan 8. november 2025
199650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506