Føroyameistaraheitið aftur til Klaksvíkar

Føroyameistaraheitið aftur til Klaksvíkar
Við 2-2 javnleiki ímóti NSÍ leygardagin staðfestu KÍ-kvinnurnar tað, sum var so gott sum vist síðsta vikuskiftið. Føroyameistaraheitið er aftur í Klaksvík
Sanna Svarvadal lyftir nýggja steypið, sum KÍ tryggjaði sær við 2-2 javnleiki ímóti NSÍ
Mynd: Sverri Egholm/Portal.fo  
 
11.10.2025 - 15:16

Leygardagin staðfestu kvinnurnar hjá KÍ tað, sum var so gott sum vist síðsta vikuskiftið. Føroyameistaraheitið er aftur í Klaksvík.

KÍ tók ímóti nærmasta avbjóðaranum NSÍ, og gestirnir skuldu vinna við heili sjey málum, um vertirnir ikki skuldu vinna FM-gullið.

Tað megnaði NSÍ ikki, hóast tær gulu vóru frammanfyri eina løtu. Malena Olsen hevði lagt KÍ framum tíðlliga, áðrenn toppskjúttin í deildini, Heidi Sevdal, og Sigrid Jacobsen skoraðu tvey mál fyri NSÍ fyri steðgin.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Maria Vinjardsdóttir Johansen fyri klaksvíkingarnar, sum løtu seinni kundu fegnast saman um at hava tikið FM-heitið aftur eftir spennandi kapprenning við runavíkingar alt kappingarárið.

Niðara endaspælið vann B36 frammanfyri Skála á 2. plássi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Andakt
206939
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877