- Tíðindi, mentan og ítróttur
CO2 útlátið í heiminum fer væntandi at minka

Fyrra hálvar 2025 hevur heimurin rokkið einum varða í grøna orkuskiftinum.
Tað er hent tí at fyri fyrstu ferð var meira elorka vunnin úr grønum orkukeldum enn úr koli. Tað skrivar TV2, sum hevur tíðindini frá Ember Energy Research.
Hetta er ein avgerandi løta, heldur ein av rithøvundunum av kanningini.
- Sólorka og vindorka vaksa nú so skjótt, at tey megna at lofta vaksandi eftirspurningin av elorku í heiminum. Tað vit síggja er, at grøn orka fylgir við eftirspurninginum, sigur Matgorzata Wiatros-Motyka, frá Ember Energy Research.
TV2 staðfestir at talan er um eina stórhending, tí við hesum er væntandi, at heimsins útlát av CO2 skjótt fer at falla.
Sambært TV2 er broytingin serliga Kina at takka, men eisini India og USA, sum hóast Donald Trump, setur alt meiri sólorku upp.
Fyri Kára Mortensen, serfrøðing í orkumálum er talan um góð tíðindi.
Hoyr samrøðu við Kára Mortensen í útvarpstíðindunum:



























