Trump vónbrotin um ikki at fáa friðarheiðurslønina

Trump vónbrotin um ikki at fáa friðarheiðurslønina
Amerikanski forsetin hevði væntað at fáa friðarheiðursløn Nobels, men hon er í staðin latin einari stríðskvinnu úr Venesuela
Donald Trump, forseti, hevur róð framundir, at hann átti at fingið friðarheiðursløn Nobels í ár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.10.2025 - 14:55

Tað er ikki fallið í góða jørð í Hvítu húsunum, at Nobelnevndin hevur gjørt av at lata venesuelansku Mariu Corina Machado friðarheiðurslønina hesa ferð.

Tað skrivar NRK.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sjálvur róð framundir, at hann átti at fingið friðarheiðurslønina, men tá leiðarin í Nobelnevndini fyrrapartin kunngjørdi móttakaran, gjørdist endaliga greitt, at amerikanski forseti varð lopin um.

 

Jørgen Watne Frydnes, formaður í Nobelnevndini, kunngjørdi fyrrapartin, at Mari Corina Machado úr Venesuela fær friðarheiðursløn Nobels í ár. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Vónbrot

Steven Cheung, sum er samskiftisleiðari í Hvítu húsunum, gjørdi fyrrapartin greitt, at í USA eru tey vónbrotin um, at forsetin ikki fær friðarheiðurslønina.

- Donald Trump skal halda fram við at gera friðaravtalur, enda kríggj og bjarga lívi, skrivar Steven Cheung á X, og hann leggur afturat, at Nobelnevndin hevur gjørt greitt, at hon setur politikk fram um frið.

Ein spurningur, sum hevur verið frammi er, um avgerðin hjá Nobelnevndini kann raka Noreg á onkran hátt.

Tað kann bara tíðin vísa, men tað er ivaleyst sum at bera brenni á bál, at Jonas Gahr Støre, norskur forsætisráðharri, kallar avgerðina hjá Nobelnevndini eitt sterkt tekin um demokratisk rættindi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481