Palestinar í Gasa eru nú á veg heim aftur

Palestinar í Gasa eru nú á veg heim aftur
Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas er komin í gildi
Palestinar, sum hava verið riknir suðureftir í Gasa, eru nú á veg heimaftur.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.10.2025 - 13:25

Fleiri túsundtals palestinar eru nú á veg aftur móti norðara parti av Gasageiranum, eftir at ísraelska tingið, Knesset, í nátt góðkendi avtaluna um vápnahvíld millum Hamas og Ísrael.

Vápnahvíldin kom í gildi kl. 10 fyrrapartin, skrivar AFP-tíðindastovan.

Sambært avtaluni skal ísraelski herurin framvegis hava eftirlit við 53 prosentum av Gasageiranum.

 

Í Telaviv í Ísrael verður Donald Trump, forseti, fagnaður fyri sín lut í vápnahvíldini, sum nú er komin í gildi. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Ísrael gav fyri tíð síðani íbúgvum í Gasa býi og restini av norðara parti av Gasa boð um at flyta suðureftir, og har hava tey verið stúvað saman í økjum við hundrað túsundtals burturvístum palestinum.

- Amerikanski forsetin Donald Trump hevur havt avgerandi leiklut í vápnahvíldini.

Tað sigur Sune Haugbølle, professari við lærda háskúlan í Roskilde, sum granskar í samtíðina í Miðeystri, við TV2:

 

10102025_Sune_1

 

Haugbølle stúrir fyri, at áhugin hjá Trump nú minkar fyri Miðeystri, tí hann hevur onnur stórmál at taka sær av:

 

10102025_Sune_2

 

Ísraelski herurin er farin at taka stríðsvognar sínar aftur úr Gasa. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Rigga nú av

Sum part av avtaluni um vápnahvíld, eru ísraelskar deildir í Gasageiranum farnar at rigga av. Tað váttar sivilverjan í Gasa.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, tosaði við Reuters fyri løtu síðani. 

Tá lovaði hann, at allir gíslar koma heim til Ísraels fyrsta dagin.

Av teimum 48 gíslunum, sum eru eftir í Gasa, verður hildið, at 20 enn eru á lívi.

Hamas hevur ikki gjørt viðmerking til boðini frá ísraelska herinum um, at vápnahvíldin er komin í gildi, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. november
Akademia:"Hvat er eitt menniskja?"
199599
Sunnudag 9. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
199667
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Sunnudag 9. november
Andaktin við Janusi Thomsen
199672
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593