Breddin: Sleppa ikki til útgreiningar fyri endometriosu

Breddin: Sleppa ikki til útgreiningar fyri endometriosu
Endometriosa er ein støða, har kvinnan hevur ógvusliga pínu í samband við menustratión
Kommunulæknar í Føroyum hava ilt við at ávísa kvinnur til serlækna, sum stríðast við sjúkueyðkenni fyri endometriosu. (Savnsmynd)
 
10.10.2025 - 09:30

Kommunulæknar í Føroyum hava ilt við at ávísa kvinnur til serlækna, sum stríðast við sjúkueyðkenni fyri endometriosu.

Tað vísir ein kanning, sum byggir á samrøður við kommunulæknar, og sum var almannakunngjørd fyri nøkrum døgum síðani.

Endometriosa er ein støða, har kvinnan hevur ógvusliga pínu í samband við menustratión - so ógvusliga, at tær ofta eru óarbeiðsførar.

Men tað vísir seg, at tað ikki er bara sum at siga tað at fáa eina sjúkuavgerð. Tað tekur í miðal 12 ár hjá eini kvinnu at fáa staðfest endometriosu.

Hvussu riggar skipanin í Føroyum, og hví vera hesar kvinnur ikki tiknar í álvara?

Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. november
Akademia:"Hvat er eitt menniskja?"
199599
Sunnudag 9. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
199667
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Sunnudag 9. november
Andaktin við Janusi Thomsen
199672
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593