- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týsk tungmálmslegenda í RagnarRokki

73 ára gamli týski Udo Dirkschneider, sum er fyrrverandi sangari í Accept, er ein ógvuliga virkin tónleikari - ikki minst fyri sín aldur.
3. oktober gav hann út plátuna "Babylon" undir veingjabreiðinum av verkætlanini Dirkschneider & The Old Gang.
Tey, ið manna The Old Gang, eru sonur Udo, Sven Dirkschneider, ið er trummusláari, Peter Baltes, ið spælir bass og syngur, og gittarleikarin og framleiðarin Stefan Kaufmann, tveir tónleikarar, ið Udo hevur spælt saman við í Accept.
Afturat teimum eru gittarleikarin Mathias Dieth og songkvinnan Manuela Bibert.
Í samband við útgávuna av "Babylon", hevur Ragnar A. Jacobsen, vertur í RagnarRokki, fingið orðið á Udo Dircksneider og songkvinnuna Manuela Bibert.
Byrjaði sum ein stuðulsverkætlan
Upprunin til Dirkschneider & The Old Gang skal finnast í 2021, tá kornafarsóttin var í hæddini.
Talan var í roynd og veru um ein stuðulsverkætlan, har peningurin frá søluni av fyrstu EP-ini, "Arising", fór óskerdur til fólk í tónleikavinnuni, sum ikki kundu fara á konsertferð orsaka av farsóttini.
Tað, sum hevur eyðkent skrivi- og innspælingstilgondina til "Babylon" er, at onki trýst hevur verið á limirnar í bólkinum.
Hetta hevur gjørt at tónleikarnir hava havt rættiliga frítt spæl, greiða Udo Dircksneider og Manuela Bibert frá.
Stórur aldursmunur er á limunum í bólkinum. Udo Dircksneider, Peter Baltes og Stefan Kaufmann eru eldri tónleikarar, meðan Manuela Bibert og Sven Dirkschneider eru frá einum yngri ættlarliði. Hetta hevur havt jaliga ávirkan á tilgongdina at skapa tónleikin, halda Udo Dircksneider og Manuela Bibert.
Hoyr alla samrøðuna við Udo Dircksneider og Manuelu Bibert úr týska tungmálmsbólkinum Dircksneider & The Old Gang í RagnarRokk í kvøld, hóskvøldið, klokkan 21.
Hvat: RagnarRokk
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Hóskvøld kl. 21, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
RagnarRokk er eisini á Facebook
Sangirnir, ið verða spældir í sendingini, eru:
It Takes Two To Tango
Time To Listen
Hellbreaker
Strangers In Paradise
Babylon
Dead Man's Hand
Blindfold (Ballade)




























