Fakfeløg samráðast um lønarkarm

Fakfeløg samráðast um lønarkarm
Seks fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum sita á fundi við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og KAF
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Anna Johannesen, felagsskrivi, á fundi í Tinganesi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.10.2025 - 15:19

Klokkan 13 fóru Starvsfelagið og fimm onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum á fund í Tinganesi við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um lønarkarmin í nýggja sáttmálanum. 

Ætlanin var, at øll 22 fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum skuldu samráðast saman, men tað bar ikki á mál.

Nú hava Starvsfelagið og fimm onnur fakfeløg, teirra millum Akademikarafelagið og Búskapar-og Løgfrøðingafelagið, avgjørt at samráðast saman um lønarkarmin, og fyrsti fundur er í dag. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815