Brúka milliardir at styrkja verjuna í Grønlandi og Arktis

Brúka milliardir at styrkja verjuna í Grønlandi og Arktis
Flokkarnir, sum eru við í donsku verjusemjuni, skulu hittast í kvøld
Tvísiffrað milliardaupphædd skal brúkast til at styrkja verjuna í Grønlandi og Arktis.
Mynd: Ritzau Scanpix/DR  
 
09.10.2025 - 08:44

Verjan í Grønlandi skal styrkjast nógv.

Tað sigur upprit hjá verjumálaráðnum, sum TV2 í Danmark hevur fingið fatur í.

Talan er um tvey skip aftrat teimum trimum, semja longu er um at byggja, flogfør, ísbrótara, fleiri radarar, dronur, herfólk og nýggja høvuðsstøð í Nuuk.

Eisini skal havnin í Nuuk útbyggjast, so meira pláss er til skipini hjá verjuni.

Og ætlanir eru eisini um at betra flogvøllin í Kangerlussuaq.

Tvísiffrað milliardaupphædd skal brúkast til at styrkja verjuna í Grønlandi og Arktis.

Flokkarnir, sum eru við í donsku verjusemjuni, skulu hittast í kvøld.

Og væntandi kemur semjan um at styrkja verjuna í Grønlandi í lag í  morgin, sigur TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Leygardag 8. november
Vikan 8. november 2025
199650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506