Breddin: Málið um hekkuportrið, sum skuldi tigast burtur

Breddin: Málið um hekkuportrið, sum skuldi tigast burtur
Hví mundi tað endað við, at málið um hekkuportrið á Galaxy ikki varð kannað, og nær kunnu almenn starvsfólk úttala seg, verður spurt í sendingini í dag
Breddin varpar í dag ljós á málum um hekkuportrið á Galaxy, sum stóð opið.
 
09.10.2025 - 09:04

Málið um hekkuportrið á Galaxy er málið um eina møguliga vanlukku, sum skuldi tigast burtur.

Einasta orsøk til, at málið nú verður kannað, er, at ein maður avgjørdi at stíga fram alment og møguliga seta sítt egna starv í vanda. 

Tað var tó um reppið, at tað eydnaðist at forða honum at stíga fram, vísa innlit í málinum, sum Kringvarpið hevur fingið.

Í Breddanum í dag verður spurt, hví tað mundi endað við, at málið um hekkuportrið ikki varð kannað.

Eisini viðgera vit talufrælsið hjá alment settum starvsfólkum. Nær er tað í lagi at nokta starvsfólki, sum starvast hjá tí almenna, at útala seg, ella at varskógva?

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678