Arbeiðarafeløg kunnu eisini lýsa verkfall fyri starvsett hjá tí almenna

Arbeiðarafeløg kunnu eisini lýsa verkfall fyri starvsett hjá tí almenna
Fasti Gerðarrættur hevur tikið avgerð í spurninginum
Frá verkfallinum í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.10.2025 - 15:52

Arbeiðarafeløgini hava fingið viðhald í Fasta Gerðarætti.

Tað snýr seg um verkfallið í fjør, tá arbeiðarafeløgini lýstu verkfall fyri øll alment sett, hóast arbeiðarafeløgini ikki hava sáttmála við tað almenna ella Kommunala arbeiðsgevarafelagið. 

Av hesi orsøk helt Kommunala arbeiðsgevarafelagið ikki, at  heimild var fyri, at starvsfólk hjá kommununum eisini fóru í verkfall.

Lønardeildin valdi ikki fara í Gerðarættin, av politiskum orsøkum.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið sendi kæru til Fasta Gerðarætt, men tók málið aftur.

Avgerð var í staðin tikin um at viðgera málið í friðartíð, og hetta er nú gjørt. 

Og arbeiðarafeløgini fingu viðhald - tey kunnu lýsa verkfall fyri tey alment settu eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762