Sólorka í skúlanum í Vestmanna

Sólorka í skúlanum í Vestmanna
Sólfangarar verða settir á skúlatekjuna, og nýggja orkan verður sett til, tá skúlin er liðugt umvældur í 2028
 
08.10.2025 - 13:42

Gamli skúli í Vestmanna verður umvældur í næstum, og tá verður øll tekjan, góðir 1.000 fermetrar, klædd við sólfangarum.

Sólpláturnar á tekjuni fara geva góðar 100.000 kWh árliga. Tað munar væl, tí gamli skúli brúkar áleið 70.000 kWh um árið.

Sólfangararnir verða settir til, tá ið allur skúlin er liðugt umvældur í 2028. 

Teir eru mettir at kosta kommununi umleið hálvaaðru millión krónur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

08102025_Sara

 

Kunningarfundur um skúlabyggingina verður í kvøld kl. 19 í Miðnámi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558