Kommunur fáa nú heimild at brúka vakmyndatól

Kommunur fáa nú heimild at brúka vakmyndatól
Uppskotið er sent til ummælis
Sambært uppskotinum fáa kommunur heimild at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum økjum.
 
08.10.2025 - 14:33

Uppskot um vakmyndatól er nú sent til ummælis.

Løgmálaráðið skrivar, at endamálið við uppskotinum er at geva kommunum heimild at hava eftirlit á serliga útsettum øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu - í samráð við løgregluna og eftir tilmæli frá løgregluni.

Løgtingið hevur samtykt at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið lógaruppskot at loyva kommununum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum.

 

Eingin heimild í løtuni

Í galdandi løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli er ikki heimild hjá kommunum at yvirvaka øki við almennari ferðslu við tí endamáli at økja um trygdina og fremja tryggleika í kommununi. 

Møguligar viðmerkingar kunnu sendast Løgmálaráðnum í seinasta lagi mikudagin 5. november.

Les uppskotið her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. november
Akademia:"Hvat er eitt menniskja?"
199599
Sunnudag 9. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
199667
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Sunnudag 9. november
Andaktin við Janusi Thomsen
199672
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593