Fekk munnkurv frá sjúkrahúsinum - Heilsumálaráðið mátti upp í leikin

Fekk munnkurv frá sjúkrahúsinum - Heilsumálaráðið mátti upp í leikin
Tað er ikki ókent, at starvsfólk fáa forboð frá arbeiðsgevaranum at úttala seg alment, sigur formaðurin í Starvsfelagnum
Jens Sivar Djurhuus fekk munnkurv, men tá aðalstjórin í Heilsumálaráðnum kom upp í málið, varð munnkurvin tikin burtur.
 
08.10.2025 - 09:35

Tað var um reppið, at navngivna vitnið, sum tók myndina av opna hekkuportrinum á Galaxy, stóð fram um alment, tí hann hevði fingið munnkurv frá Suðuroyar sjúkrahúsi. Aðalstjórin í Heilsumálaráðnum mátti upp í leikin. 

Í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið úr Heilsumálaráðnum sæst, at Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri, ringdi til stjóran á Suðuroyar sjúkrahúsi, Hanus Toftheyggj, har tey umrøddu talufrælsið hjá starvsfólkunum. 

 

Súni Selfoss.

 

Aðalstjórin gav sjúkrahússtjóranum boð um at tosa við advokat at fáa greiði á málinum. Stutt eftir boðaði Hanus Toftheyggj Bjørgfríð Ludvig frá, at starvsfólkið varð kunnað um talufrælsið og rættindini, hann hevði.

Munnkurvin varð tikin burtur, og Jens Sivar Djurhuus slapp at úttala seg.

Formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss sigur, at tað ikki er óvanligt at starvsfólk fáa munnkurv og halda seg aftur at úttala seg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

08092025_Galaxy_og_talufraelsi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968