Eindømi hjá danska dómsvaldinum

Eindømi hjá danska dómsvaldinum
Revsimálið, sum Føroya rættur fer at viðgera í dag, er tað fyrsta av sínum slagi hjá danska dómsvaldinum
Føroya rættur skrivar søgu í dag.
 
08.10.2025 - 06:54

Revsimálið, sum Føroya rættur fer at viðgera í dag, er eindømi.

Tað er tað fyrsta av sínum slagi hjá danska dómsvaldinum.

Málið er um rúsevnið 5F-MDMB-PINACA, stytt 5F-ADB, sum tveir ungir menn eru ákærdir fyri at smugla til Føroya 24. juni í ár.

Teir komu úr Danmark og vóru tiknir á flogvøllinum í Vágum.

5F-ADB er mett at vera serliga vandamikið rúsevni.

Tað er flótandi. Menninir eru ákærdir fyri at hava 383 millilitrar við sær í fýra plastíløtum.

383 millilitrar av 5F-ADB svara til 224 gramm av MDMA ella 47 gramm av kokaini ella 191 gramm av amfetamini.

Teir eru eisini ákærdir fyri at hava 15,5 gramm av hassji og 50,8 gramm av kokaini innvortis.

Pistól

Annar maðurin er haraftrat ákærdur fyri at hava eina gasspistól og lóður til hennara og knúgvajarn við innbygdari streymbyrsu. 

Annar maðurin er føroyingar, og hin er dani. Teir eru í varðhaldi.

Politiið heldur, at fleiri fólk eru við í smuglingini.

Men tað veit ikki, hvørjir teir eru. 

Eitt annað mál um 5F-ADB skal í Føroya rætt seinni í oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. november
Akademia:"Hvat er eitt menniskja?"
199599
Sunnudag 9. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
199667
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Sunnudag 9. november
Andaktin við Janusi Thomsen
199672
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593