- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandferðslan visti um opna hekkuportrið

Hekkuportrið á Galaxy var opið út fyri Lítlu Dímun 1. september. Jens Sivar Djurhuus, sum sá hetta, boðaði arbeiðsgevara sínum frá tilburðinum.
Suðuroyar Sjúkrahús setti seg alt fyri eitt í samband við Strandferðsluna, tí tey vildu tryggja sær, at sjúklingar, sum ferðaðust um fjørðin, ikki vóru í vanda.
Hoyr Hanus Tofheyggj, sjúkrahússtjóra greiða frá her:
Boðini frá Strandferðsluni til Sjúkrahúsið vóru altso, at alt var í lagi við trygdini á Galaxy, og so hendi ikki meira.
Kannaðu fjølmiðlaumrøðu
16. september vísir Kringvarpið mynd av opna hekkuportrinum og staðfestir, at myndin var tikin 1. september klokkan 19.36, tá Galaxy var statt á opnum havi út fyri Lítlu Dímun.
Í hesum sambandi heitir rakstrarleiðarin á Strandferðsluni á skiparan, um at skriva eina frágreiðing. Hon er stutt. Hekkuportrið hevur ikki verið opið, er niðurstøðan. Hetta verður sent Sjóvinnustýrinum.
19. september sendi Niels Nielsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, eina frágreiðing til Johan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum. Eisini her vóru boðini, at onki var galið.
Tvær vikur til frágreiðing
Tað eru altso meira enn tvær vikur ímillum, at Strandferðslan fær boðini um opna hekkuportrið, til nøkur verulig frágreiðing verður gjørd. Hon verður ikki gjørd, fyrr en málið er komið fram í fjølmiðlunum.


























