Hekkuportrið: Kanna um SSL hevur handfarið málið á nøktandi hátt

Hekkuportrið: Kanna um SSL hevur handfarið málið á nøktandi hátt
Upplýsingar, sum eru komnar fram, gera, at spurnatekn kann setast við, hvussu Strandferðslan hevur handfarið málið, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum fer nú upp í málið um hekkuportrið á Galaxy.
 
07.10.2025 - 14:31

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum fer nú upp í málið um opna hekkuportrið á Galaxy. 

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Strandferðsluni, fer at kanna, um Strandferðslan hevur handfarið málið um hekkuortrið á Galaxy nøktandi hátt.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í tíðindaskrivi fyri løtu síðani. 

 

Jóhan Christiansen. 

 

Hann sigur, at Sjóvinnustýrið tekur sær av at kanna trygdina umborð á Galxy, men upplýsingarnar, sum eru komnar fram seinastu dagarnar, hava gjørt, at spurnatekn kann setast við, hvussu Strandferðslan hevur handfarið málið. 

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Strandferðsluni, hevur tí gjørt av at fara at kanna, hvørt Strandferðslan hevur handfarið málið á nøktandi hátt, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506