Forsetin vil hava forsætisráðharran at gera eina roynd aftrat

Forsetin vil hava forsætisráðharran at gera eina roynd aftrat
Frakland er í djúpari politiskari kreppu, tí flokkarnir í tjóðartinginum kunnu ikki semjast um fíggjarlóg
Sébastien Lecornu legði frá sær sum forsætisráðharri dagin eftir, at nýggj stjórn var skipað.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.10.2025 - 08:07

Franski forsetin, Emmanuel Macron, heitir á Sébastien Lecornu, sum í gjár legði frá sær sum forsætisráðharri, um at boða flokkunum í tjóðartinginum til nýggjan, til tess at tryggja støðufesti í Fraklandi, skrivar norska kringvarpið.

Lecornu sigur, at hann hevur góðtikið áheitanina hjá Macron, og fer at boða forsetanum frá í annaðkvøld, um neyðugt er við einum fundi aftrat.

Frakland er í djúpari politiskari kreppu, eftir at Lecornu í gjár legði frá sær. Hann sat bara 27 dagar sum forsætisráðharri í Fraklandi.

Flokkarnir í tjóðartinginum kunnu ikki semjast um nýggja fíggjarlóg. 

Formaðurin í flokkinum RN, Jordan Bardella, er millum teirra, sum nú krevja val í Fraklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Leygardag 8. november
Vikan 8. november 2025
199650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506