- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatingið verður sett í dag

Fólkatingið byrjar í dag, sum vant fyrsta týsdag í oktober.
Byrjað verður við gudstænastu í Christiansborg slotskirkju
Fólkatingið verður sett klokkan ellivu okkara tíð.
Tað ger Pia Kjærsgaard, tí hon hevur verið longst í fólkatinginum av teimum, sum eru har nú.
Kongshjúnini og Margreta drotning vera hjástødd, tá fólkatingið verður sett.
Formansskapurin verður valdur í dag.
Enda við tjóðsanginum
Forsætismálaráðharrin heldur sína setanarrøðu. Hon tekur sum vant samanum støðuna í ríkinum.
Og løglistin hjá stjórnini verður lagdur fram í dag.
Í fjør gjørdi formaðurin, Søren Gade, av at enda fyrsta fólkatingsfundin við tjóðsanginum.
Hetta skal gerast ein siður.
Í dag ferLungekoret PUST úr Hvidovre at syngja ”Der er et yndigt land” saman við teimum 179 fólkatingslimunum.



























