Biðja nú fólk um at stilla upp til eldraráðið

Biðja nú fólk um at stilla upp til eldraráðið
Eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu verður 15. desember
Øll, sum eru 60 ár ella eldri, hava valbæri og vælrætt til eldraráðið í Tórshavnar kommunu.
 
07.10.2025 - 11:23

Nú vera fólk biðin um at stilla upp til eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu, sum verður 15. desember.

Fólk, sum eru 60 ár ella eldri valdagin, kunnu stilla upp.

Veljast skulu fimm limir og tríggir varalimir. Valevni skulu hava fimm stillarar.

Freistin at stilla upp er 14. november. Eldraráðið skal sita til 31. desember í 2028.

Viðtøkurnar hjá eldarráðnum eru endurskoðaðar.

 

Ov fá stillaðu upp

Einki eldraráð hevur verið í Tórshavnar kommunu í hesum valskeiðinum, sum byrjaði á nýggjárinum. 

Valið skuldi annars vera 11. oktober í fjør.

Men bara trý fólk stillaðu upp. Veljast skuldu fimm. Valið var tí av ongum.  

Eldraráðið kom í 2006. Endamálið hjá eldraráðnum er at ráðgeva býráðnum um eldrapolitikk.

Øll, sum eru 60 ár ella eldri, hava valbæri og vælrætt til eldraráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066