- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trupul byrjan í EM-kappingini í talvi

Føroyska talvlandsliðið fekk eina júst so trupla byrjan sum fryktað varð fyri, tá liðið í gjár setti hol á EM-kappingina, sum verður hildin í georgiska býnum Batumi í hesum døgum.
Føroyingar telvaðu ímóti Kroatia, sum er styrkimett sum nummar 16 av teimum 40 londunum, og meðan okkara lið er styrkimett sum nummar 36, og tað kom eisini til sjóndar í talvunum, sum endaðu 3 1/2 - 1/2.
Martin Poulsen eitt hálvt stig
Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen A. Apol og Rógvi Egilstoft taptu allir á 1., 2. og 3. borði, og tað var bara Martin Poulsen, sum kláraði at hála eitt hálvt stig heim á 4. borði, so tað ikki gjørdist til eitt 4-0 tap.
Verður hugt eftir tølunum, er munurin sjónligur. Miðal ratingtalið hjá kroatunum er 2.551, og miðal ratingtalið hjá føroyingum er 2.322.
Mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfari var, at Danmark vann 2 1/2 - 1 1/2 á Týsklandi, sum er styrkimett sum nummar eitt í kappingini. Danir eru styrkimettir sum nummar 21.
Annað umfar í Batumi verður telvað seinnapartin í dag, og tá telva føroyingar móti Litava, sum í fyrsta umfari tapti móti Armenia við 1 1/2 stigi móti 2 1/2 stigi.


























