Nýggj stjórn í Fraklandi

Nýggj stjórn í Fraklandi
Hetta er fjórða stjórnin seinasta árið
Sébastien Lecornu er forsætisráðharri í nýggju fronsku stjórnini.
Mynd: Alain Jocard/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.10.2025 - 08:15

Fraklendingar fingu nýggja stjórn í gjárkvøldið.

9. september mátti táverandi forsætisráðharrin, François Bayrou, leggja frá sær, tí tað ikki eydnaðist at fáa meiriluta í tjóðartinginum fyri fíggjarlógaruppskotinum. 

Bara eitt samdøgur seinni hevði Emmanuel Macron, forseti, sett 39 ára gamla Sébastien Lecornu í starv sum forsætisráðharri. Lecornu hevur havt tætt samtarv við forsetan og hevur seinastu trý árini verið verjumálaráðharri.

Nú eru hinir ráðharrarnir tilnevndir, og tí kundi Emmanuel Macron í gjárkvøldið boðað frá, at Frakland hevur fingið nýggja stjórn.

Roland Lescure tekur við sum fíggjarmálaráðharri, og fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Bruno Le Maire, verður nýggjur verjumálaráðharri. 

Annars halda fleiri av ráðharrunum frá stjórnini hjá Bayrou fram. 

Millum annað heldur Jean-Noël Barrot fram sum uttanríkisráðharri, Bruno Retailleau heldur fram sum innanríkisráðharri og Gérald Darmann heldur fram sum løgmálaráðharri.

Frakland hevur skift stjórn ofta seinastu árini. Hetta er fjórða stjórnin seinasta árið, skrivar danska kringvarpið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Leygardag 8. november
Vikan 8. november 2025
199650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506