Mentanargrunnurin skal umsita pengar til yrkisleiklist

Mentanargrunnurin skal umsita pengar til yrkisleiklist
Hetta verður gjørt fyri at tryggja armslongdina, sigur Mentamálaráðið. Leiklistaráðið, sum nú fer at eita Palllistaráðið, fær betri umstøður at hugsavna seg um Tjóðpallin
Mentanargrunnurin fer eftir tilmæli frá sakkønum ráðgevum at taka avgerðirnar um stuðul til yrkisleiklist. (Savnsmynd)
 
06.10.2025 - 08:41

Mentanargrunnurin skal nú avgera, hvør fær pengar til yrkisleiklist.

Uppskot um lógarbroyting er gjørt um tað.

Hetta er fyri at tryggja armslongdina, sigur Mentamálaráðið.

Tað skulu ikki vera politikarar, sum avgera, hvør fær stuðul.

 

Palllistaráðið

Tað verður Mentanargrunnur landsins, sum eftir tilmæli frá sakkønum ráðgevum fer at taka avgerðirnar um stuðul til yrkisleiklist.

Og Leiklistaráðið skal eita Palllistaráðið í framtíðini. 

Ráðið fær betri umstøður at hugsavna seg um virksemið á Tjóðpallinum, nú tað ikki longur skal viðgera umsóknir um stuðul, sigur Mentamálaráðið.

Lógarbroytingin fer at kosta landskassanum 300.000 kr., ikki til leiklist, men til umsiting hjá Mentanargrunninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306

Annað frá KVF

Samfelag
Heilsa
Annar ítróttur