- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunurnar 350 milliónir í halli í fjør
Kommunurnar 350 milliónir í halli í fjør
Íløgurnar eru størri enn inntøkurnar

Langtíðarskuldin hjá kommununum er nú eina milliard og 830 mió. kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
06.10.2025 - 13:09
Hallið hjá kommununum var 350 mió. kr. í fjør.
Kommunurnar hava tó havt rakstraravlop seinastu 10 árini, 18 til 20 prosent av inntøkunum.
Men íløgurnar hava síðani 2018 verið størri enn rakstraravlopini.
Og tað hevur elvt til vaksandi undirskot, sigur Búskaparráðið.
Bruttoinntøkan vaksin 61 prosent
Bruttoinntøkurnar hjá kommununum eru øktar 61 prosent frá 2015 til 2024.
Men íløgurnar hava verið størri enn inntøkurnar.
Langa skuldin hjá kommununum var 880 mió. kr. í 2015.
Hon er nú ein milliard og 830 mió. kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























