Kirkjutænarar og hjálparfólk fáa løn eftir sáttmála hjá Starvsfelagnum

Kirkjutænarar og hjálparfólk fáa løn eftir sáttmála hjá Starvsfelagnum
Samsýning ella løn fyri tænastur í mesta lagi vera samsvarandi tímalønini á lønarstigi 1 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið
Kunngerðin um starvsviðurskifti og samsýning ella løn til kirkjutænarar og hjálparfólk í fólkakirkjuni kemur í gildi 1. januar 2026. (Savnsmynd)
Mynd: Eyðstein Hansen  
 
06.10.2025 - 08:33

Uppskot um kunngerð um starvsviðurskifti og samsýning ella løn til kirkjutænarar og hjálparfólk í fólkakirkjuni er gjørt og sent til hoyringar.

Tað byggir á lógina um embæti og størv í fólkakirkjuni frá 2013.

Sambært uppskotinum um kunngerð kann samsýning ella løn fyri tænastur í mesta lagi vera samsvarandi tímalønini á lønarstigi 1 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Krevur arbeiðið heilt serstakar førleikar, kann samsýningin vera sambært øðrum sáttmála.

 

Urguleikarar

Serstakar treytir eru um urguleikarar.

Um urguleikari til dømis starvast hálva tíð ella meira enn tað, kann hann vera fastløntur.

Avtalur, sum ikki eru í samsvari við ásetingarnar í kunngerðini, og sum eru gjørdar, áðrenn kunngerðin kemur í gildi, skulu endurskoðast í seinasta lagi 1. januar 2027.

Kunngerðin um starvsviðurskifti og samsýning ella løn til kirkjutænarar og hjálparfólk í fólkakirkjuni kemur í gildi 1. januar 2026.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Mikudag 13. mai
Djóralæknin: Vandar í havanum
208292
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306

Annað frá KVF

Samfelag
Heilsa
Annar ítróttur