- Tíðindi, mentan og ítróttur
20 daga fongsul fyri at bíleggja mat í øðrum nøvnum enn sínum egna

Ein 28 ára gomul kvinna fekk fríggjadagin 20 daga treytaða fongsulsrevsing í Føroya rætti fyri í 22 førum at hava bílagt mat á heimasíðuni Menu.fo í øðrum nøvnum enn sínum egna.
Kvinnan var ákærd og er nú dømd fyri grovt svik av ósketni.
Allar 22 ferðirnar var bílagt frá somu matstovu í Havn.
Hvørki heintaður ella goldin
11 bíleggirnar kostaðu matstovuni 18.585 kr., tí maturin, sum var bílagdur, var ikki heintaður og enn minni var goldið fyri hann.
Hinar 11 bíleggingarnar vóru ikki avgreiddar.
Vóru tær tað, var veruligur vandi fyri, at tað kostaði matstovuni 247.380 kr., stendur í ákæruritinum.
Hetta skal vera hent frá 1. oktober til 22. november í 2023.
Einki krav um endurgjald
Einki krav um endurgjald var á rættarfundinum fríggjadagin.
Fyrivarni er annars tikið fyri endurgjaldi í ákæruritinum.
Kvinnan bað um tíð at umhugsa, um hon skal fara í Landsrættin við dóminum.



























