Landsstýrismaðurin fekk flytingina í lag

Landsstýrismaðurin fekk flytingina í lag
Tað var landsstýrismaðurin, sum fekk í lag, at Rúsdrekkasølan flytur í bygningin hjá Posta á Óðinshædd næsta summar
Næsta summar flytur Rúsan suður um Hoyvíksveg.
 
03.10.2025 - 07:30

Tað var landsstýrismaðurin, sum fekk í lag, at Rúsdrekkasølan flytur í bygningin hjá Posta á Óðinshædd næsta summar.

Bjarni Kárason Petersen skrivar á heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum, at seinastu árini hevur tað verið ein avbjóðing at havt ábyrgd av Posta.

Virksemið hjá Posta er støðugt minkandi.

Samstundis hevur Rúsan kært sína neyð um hølisviðurskifti. 

- Eg bað tí leiðslurnar á Posta og Rúsuni kanna, um tað var eitt hugskot at gera leigusáttmála, sigur Bjarni Kárason Petersen. 

Tað hildu tær.

Eitt samstarv kann vera til gagns fyri báðar partar, halda leiðslurnar.

- Tí fegnist eg um, at sáttmáli nú er gjørdur, so høvuðsdeildin á Skálatrøð og søludeildin í Miðlon kunnu flyta inn í høvuðsbygningin hjá Posta á Óðinshædd, sigur Bjarni K. Petersen.

Umsitingin hjá Rúsdrekkasøluni er á Skálatrøð.


 

V

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482