Bundesligan: Elias bestur í september

Bundesligan: Elias bestur í september
Elias Ellefsen á Skipagøtu er kosin besti spælarin í Bundesliguni í september. Spælskiparin hevur fingið flúgvandi byrjan upp á nýggja kappingarárið
Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi best í Bundesliguni í september
Mynd: THW Kiel  
 
03.10.2025 - 08:52

Elias Ellefsen á Skipagøtu er kosin at vera besti spælarin í týsku Bundesliguni í september.

Spælskiparin fær sostatt eina viðurkenning fyri fleiri framúr avrik fyrsta landskappingarmánaðin fyri THW Kiel, sum liggur fremst í deildini við fullum stigatali.

Føroyingurin var nøkulunda javnur við íslendska Ómar Inga Magnússon í áskoðaraatkvøðugreiðsluni, men venjarar og liðskiparar høvdu Elias Ellefsen á Skipagøtu frammanfyri.

 

Føroyska stjørnan fekk smá 40 prosent av atkvøðunum, men Ómar Ingi Magnússon fekk góð 27 prosent.

Liðfelagin úr Keil Andreas Wolff var eisini í uppskoti til heiðurin. Týska stórfelagið, sum ikki ordiliga hevur bjóðað av um týska meistaraheitið síðstu árini, hevur vunnið allar seks dystirnar higartil, og Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skotið ikki færri enn 43 av málunum og hevur víst satt stórspæl í fleiri av dystunum.

Flensburg er á 2. plássi, og júst har skal Kiel á vitjan um eina góða viku, men fyrst er heimadystur ímóti Rhein-Neckar Löwen á skránni.

Her sæst eitt longri brot við summum av framúrskarandi avrikunum hjá Eliasi seinasta mánaðin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Leygardag 8. november
Vikan 8. november 2025
199650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506