Betesda: Gáttin er vorðin lægri og sosiali týdningurin er stórur

Betesda: Gáttin er vorðin lægri og sosiali týdningurin er stórur
Tað siga Marita Norðberg Sivertsen og Dagny Tróndheim, sum í 2012 tóku stig til morgunkafeina í Betesda
Dagny Tróndheim, Marita Norðberg Sivertsen og Jón Absalon Østerø
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
02.10.2025 - 09:30

Á sumri í 2012 vóru Marita Norðberg Sivertsen og Dagny Tróndheim millum stigtakararnir til eina morgunkafe í Betesda klokkan 10. Fyrsta summarið var opið hvønn dag, og síðani hevur verið opið hósdagar frá klokkan 10 til 12.

Fólkini, ið støkka inn á gólvið, eru í stóran mun pensjonistar, men yngri fólk vitja eisini, eins og tað ofta kemur fyri at vitjandi koma aðrastaðni frá. Og tað eru ikki bara fólk úr brøðrasamkomuni, ið vitja.

Á skránni eru bæði breyð, bollar, køkur og frukt, eins og livandi tónleikur.

Í hesum innslagnum tosa vit Maritu Norðberg Sivertsen og Dagny Tróndheim, sum tóku stig til kafeina, samstundis sum tær eisini lótu samkomuni góð hugskot, tá nýggja Betesda, sum varð tikið í nýtslu í 2014, varð bygt.

Vit hittu eisini Jón Absalon Østerø, sum sang og spældi, eins og vit eisini tosaðu við Maluna Østerø, Finnur Hvidbro, Kristbjørn Olsen, Jákup Christiansen, Omi Joensen, Hervør Joensen, Sigrid Simonsen, Jenny Mørkøre, Jørund Hansen, Poul Færø, Anniku Heinesen og Henny Olsen.

Og eitt, sum gongur aftur, tá tosað verður við fólk, er at morgunkafein í Betesda hevur stóran týdning fyri sosiala lívið. Eisini hava aðrar samkomur um landið síðani tikið hendan táttin uppi.

Tú kanst hoyra morgunreportaguna úr Betesda her!

1766714


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558