- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandalondini viðgera ICES-tilmælini í hesum mánaðinum

Strandalondini fara seinni í hesum mánaðinum at viðgera nýggjastu tilmælini frá ICES um makrel, svartkjaft og norðhavssild næsta ár.
ICES mælir til, at heildarkvotan á makreli minkar 70 prosent, niður í 174.000 tons.
Føroyska makrelkvotan næsta ár verður sostatt sløk 21.000 tons, sum eru 48.300 tons minni enn í ár. Tá er tað, sum vit gjalda fyri atgongd aðrastaðni, farið burturav,
ICES mælir eisini til at lækka svartkjaftakvotuna 41 prosent, niður í 851.000 tons. Føroyska kvotan verður 303.000 tons, sum eru 211.500 tons minni enn í ár.
Hinvegin mælir ICES til at hækka kvotuna á norðhavssild upp í 534.000 tons. Føroyska kvotan verður 53.400 tons, ella 13.200 tons meira enn í ár.
Felagið Nótaskip sigur, at árligu strandalandafundirnir byrja um góðar tvær vikur.
Fundurin um makrel verður 16. og 17. oktober. Fundurin um norðhavssild verður 20. og 21. oktober, og svartkjafturin er á skránni 21. og 22. oktober.


























