Ákærd fyri svik - bílegði mat í øðrum nøvnum enn sínum egna

Ákærd fyri svik - bílegði mat í øðrum nøvnum enn sínum egna
11 bíleggingar kostaðu matstovuni 18.585 kr., tí maturin, sum var bílagdur, var ikki heintaður, og enn minni var goldið fyri hann
Føroya rættur fer at viðgera málið fríggjadagin. (Savnsmynd)
 
01.10.2025 - 08:24

22 ferðir bílegði ein kvinna mat á heimasíðuni Menu.fo í øðrum nøvnum enn sínum egna.

Allar 22 ferðirnar var bílagt frá somu matstovu í Havn.

11 bíleggingar kostaðu matstovuni 18.585 kr., tí maturin, sum var bílagdur, var ikki heintaður, og enn minni var goldið fyri hann.

Hinar 11 bíleggingarnar vóru ikki avgreiddar. 

 

Kundi kostað 247.000 kr. 

Vóru tær tað, var veruligur vandi fyri, at tað kostaði matstovuni 247.380 kr., stendur í ákæruritinum.

Kvinnan, sum er 28 ára gomul, er ákærd fyri grovt svik av ósketni.

Hetta skal vera hent frá 1. oktober til 22. november í 2023.

Føroya rættur fer at viðgera málið fríggjadagin.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506