Palestinskir myndugleikar fegnast um friðarátøk í Gasa

Palestinskir myndugleikar fegnast um friðarátøk í Gasa
Arabisk og muslimsk lond taka undir við friðarætlanini hjá Trump, og Hamas sigur seg vilja umhugsa uppskotið
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og Donald Trump, forseti, á tíðindafundi í Hvítu húsunum í gjárkvøldið.
Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix  
 
30.09.2025 - 08:19

Palestinski myndugleikin sigur seg fegnast um átøkini hjá Donald Trump, forseta,  at fáa frið í Gasa. Arabisku londini eru eisini jalig.

Í eini fráboðan sigur palestinski myndugleikin, at tey fegnast um "ærligu og avgjørdu royndirnar hjá amerikanska forsetanum at enda kríggið". 

Tey siga víðari, at tey varðveita sítt "álit á hansara evni at finna ein veg móti friði".

Átta arabisk og muslimsk lond - teirra millum Egyptaland, Katar, Jordan og Saudiarabia - siga seg eisini fegnast um leiklutin og átøkini hjá Trump, skrivar NTB.

Í gjár var fundur millum Donald Trump og ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, um at enda kríggið í Gasa.

 

Gíslarnir latast leysir

Í avtaluni skal Hamas lata allir ísraelskir gíslar leysir innan 72 tímar. Annars fer Ísrael at halda fram við bardøgunum.

Avtalan, sum USA hevur lagt fram, krevur, at Gasa verður avvápnað, og at Hamas missir alt vald. Afturfyri skal Ísrael taka seg lutvíst aftur.

Donald Trump segði í gjár, at palestinar nú mugu taka ábyrgd, og at øll arabisku londini - uttan Hamas - hava góðkent friðarætlanina. Ger Hamas ikki tað sama, fær Ísrael fullan stuðul úr USA til at oyðileggja Hamas.

Sambært Reuters skulu gislar latast leysir í umbýti við fangar, og eina altjóða herdeild skal tryggja friðin.

Hamas sigur seg nú vilja umhugsa uppskotið í “góðari trúgv”.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. november
Jambalaja - 081125
199659
Leygardag 8. november
Vikugesturin: Leirvíkingur við stóra L
199652
Leygardag 8. november
Vikan 8. november 2025
199650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Leygardag 8. november
Til lands 1:3
199662
Fríggjadag 7. november
Veðrið
199631
Fríggjadag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199593
Hósdag 6. november
Góða mamma
199506