Heilsuskúlin fer at hava hold norðanfyri

Heilsuskúlin fer at hava hold norðanfyri
Heilsuskúlin í Suðuroy fer nú sum nakað nýtt eisini at hava hold norðanfyri
- Heilsuskúlin fer nú at hava nøkur hold norðanfyri, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.
 
28.09.2025 - 14:45

- Hetta er ein meira smidligari skipan av heilsurøktaraútbúgvingini á Heilsuskúlanum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum.

Tað eru næmingar á heilsurøktaraútbúgvingini, sum skulu vænta sær at koma undir nýggju skipanina.

Uppskotið liggur á borðinum, men enn er alt ikki komið upp á pláss.

Lagt verður upp til, at ein partur av undirvísingini verður framhaldandi á Heilsuskúlanum í Suðuroy, ein partur verður undirvísing í holdum norðanfyri og ein partur er fjarundirvísing.

Djóni Nolsøe Joensen leggur eisini dent á, at Heilsuskúlin verður verandi á sama stað, í Suðuroy, og hann fer ikki at hava deildir norðanfyri.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

1766490

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306