Trump setur toll á fleiri vørur

Trump setur toll á fleiri vørur
100 prosent tollur verður lagdur innfluttan heilivág, lastbilar og innbúgv
Donald Trump, forseti, hevur boðið frá nýggjum tolli, sum kemur í gild 1. oktober.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.09.2025 - 08:13

Amerikanski forsetin, Donald Trump, kunngjørdi í gjárkvøldið toll á fleiri vørur aftrat, eitt nú heilivág, innbúgv og stórar lastbilar.

Eitt nú verður, sambært Trump, 100 prosent tollur settur á innfluttan heilivág, um ikki heilivágsframleiðarin byggir verksmiðju í USA.

Eisini verður 25 prosent tollur á stórar lastbilar, sum verða framleiddir aðrastaðni í heiminum. 

50 prosent tollur verður á køksskáp, baðirúmsinnbúgv og líknandi vørur, sambært Trump. 

Og 30 prosent tollur á nógvar sofur og stólar.

Nýggi tollurin kemur í gildi fyri flestar av hesum vørum 1. oktober, sambært Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095