- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirlønin úr Samhaldsfasta næsta ár verður 6.650 kr. um mánaðin
Eftirlønin úr Samhaldsfasta næsta ár verður 6.650 kr. um mánaðin
Samlaða eftirlønin úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum verður 79.800 krónur í 2026

Í fjør rindaði Samhaldsfasti 713 milliónir krónur í eftirlønum, útgjaldið í ár verður mett til 730 milliónir og 765 milliónir næsta ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
26.09.2025 - 10:51
Útgjaldið úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum (Samhaldsfasta) næsta ár verður 6.650 krónur um mánaðin.
Tað hevur stýrið fyri AMEG gjørt av.
Hækkingin er 195 krónur um mánaðin, ella trý prosent.
Samlaða eftirlønin úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum verður 79.800 krónur í 2026.
Í fjør rindaði grunnurin 713 milliónir krónur í eftirlønum, útgjaldið í ár verður mett til 730 milliónir og 765 milliónir næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























