- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis úr Studio 5 - Brandar

Hesa ferð vitjar ein bólkur, sum hevur sín uppruna í bygdarsamfelagnum norðanfyri fjall. Teir tóku hvør sín gittara í hond og framførdu góðar gamlar slagarar, sum teir peppaðu eitt sindur upp. Tá nevndu teir seg Guitar Friends.
Meira enn eitt áratíggju seinni komu somu menn saman aftur, og soleiðis tók bólkurin Brandar skap.
Í morgun vóru teir í Studio 5 og spældu trý løg.
Myndir: Bárður Lydersen
Vanliga eru seks limir í bólkinum, men manningin í Studio 5 er tríggir. Hans Fuglø Christiansen, Jákup Ingi Thomsen og Steffan Klein Poulsen. Allir bæði syngja og spæla gittar, men Hans er fremsta røddin.
Tað var Jákup Ingi, sum helt teimum til at gera meira við tað. Brandar hava verið í studio og tikið nakrar sangir upp, og annað tilfar hava teir klárt. Eitt nú tveir sangir, ið verða spældir beinleiðis úr Studio 5.
Hans er oftast limurin, ið ger nýtt tilfar. Hetta hendir ofta um næturnar, tá friður er í heiminum.
Steffan hevur eisini skrivað tveir sangir, og Jákup Ingi hevur somuleiðis ein týðandi leiklut við at leggja tónleikin til rættis
Fyri tað mesta hava Brandar verið virknir í samkomuhøpi. Fyrsti festivalurin teir spældu var Norðfestivalurin.
Hetta árið hava ikki so nógvar spælingar verið, men teir taka fegnir ímóti fyrispurningum
Hvat: Beinleiðis í Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð





























