Prísvøksturin eitt prosent seinasta árið

Prísvøksturin eitt prosent seinasta árið
Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur tó dýrkaðar næstan 30 prosent. Serliga kaffi, te og kakao eru dýrkað
Prísvøksturin á mati og drykkjuvørum framvegis stórur samanborið við aðrar vørur og tænastur. (Savnsmynd: Bjarni Ártring Rubeksen)
 
24.09.2025 - 14:12

Prísvøksturin er nú 1,1 prosent, skrivar Hagstovan.

Tað er frá august í fjør til august í ár.  

Prísvøksturin seinasta árið hevur verið lítil og støðugur, eftir at hava verið stórur í nógv ár. 

Kortini er prísvøksturin á mati og drykkjuvørum framvegis stórur samanborið við aðrar vørur og tænastur, skrivar Hagstovan.

Prísirnir eru hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini.

Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur tó dýrkaðar næstan 30 prosent. Serliga kaffi, te og kakao eru dýrkað. 

 

Lægri renta togar prísvøksturin niður

Miðalrentan er lækkað 30 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. 

Hinvegin er prísurin á húsaleigu hækkaður sløk 12 prosent.

Hagstovan skrivar, at árligi prísvøksturin í Føroyum er minni enn miðalprísvøksturin í ES londunum.

Prísvøksturin í Danmark er tvey prosent. 

Størstur er prísvøksturin í Íslandi, har hann er 3,8 prosent.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233